| Seinast dagført: 07.04.2010 |
Løbners Tabellir
"Fortegnelse over Folkemængden i Færöe den 1. Januar 1814, deres Ejendomme, Næringsgreene m.m" (Emilius Löbner, 1815)
Editering til útlegging á history.fo: Rolf Guttesen (Mail: rg@geo.ku.dk)
Í skjalinum ”Dokumentatión” verður greitt nærri frá kelduni og hvussu tilfarið er lagt til rættis til heimasíðuna.
Innihaldið vísir: Fólkatal, jarðarogn, neytahald, seyðahald, kornvelting, bátatal, ull og fugl í øllum Føroyum. At enda eru ”Anmærkninger”, um serlig viðurskifti í húsinum, so sum sjúku ella høgan aldur.
Tabellirnar eru uppgjørdar fyri hvørja sýslu, hvørja bygd og hvørt húsarhald.
Innihaldið verður lýst í 'Pro Memoria'.
Tað var Emilius Løbner, kommandantur á Skansanum í Havn, sum í krígsárunum fyrst í 1800-talinum tók stig til at fáa eitt samlað yvirlit yvir fólkatalið og vinnumøguleikarnar hjá hvørjum einstakum húsarhaldi í landinum.
|