Skansaprotokollir

Skansaprotokollin eisini kallað skansajournalin er ein dagbók, sum inniheldur upplýsingar um dagliga virksemið á Skansanum ella Garnisónini í Tórshavn. Umframt upplýsingarnar um vaktartænastuna hjá soldátunum, handilsarbeiði, manning av skansabátinum o.a., innihalda journalirnar eisini veðurskrásetingar og upplýsingar um skip, sum løgdu at í Tórshavn. 

Fyrsti skansin í Havn var helst bygdur í seinastu helvt av 1500-talinum á tanganum eystanfyri innsiglingina. Í 1630 varð avgjørt at byggja ein nýggjan skansa á Tinganesi. Hesin varð niður aftur í endanum av 1700-talinum, og tann upprunaligi skansin varð endurreistur. 

Skansin skuldi tryggja vørugoymsluna hjá handlinum og leigubúðin í Tinganesi. Hann skuldi eisini  verja Føroya ímóti sjórænarum og øðrum, sum av og á herjaðu oyggjarnar.

Ovastur á Skansanum var kommandanturin. Tað vóru umleið 30 soldátar knýttir at Skansanum, sum fyri tað mesta vórðu borgararnar í Tórshavn. Lógbrótarar kundu eisini dømast til arbeiði á Skansanum í eina tíð. 

Skansin varð fíggjaður av tí sonevnda matrikulskattinum.

Soldátarnir vórðu løntir við eini árligari peningaupphædd. Harumframt kundu teir keypa ull bíligani í leigubúðini. Í 1799 fingu menninir á garnisónini rætt til eitt jarðarstykki eystanfyri Skansan. Arbeiðið fevndi um at ganga vakt, løgregluuppgávur, lossing og at lasta handilsskipini hjá einahandlinum, føra embætisfólk og onnur við báti o.a. Tá teir ikki vóru bundnir av øðrum arbeiði, kundu soldátarnir fiska ella arbeiða hjá handlinum sum bønarmenn. 

Skansin var niðurlagdur í 1865, og eitt løgreglulið varð stovnað í staðin fyri. 

Skanseprotokoller

Skanseprotokoller også kaldet skansejournaler er den journal, der blev ført over de daglige aktiviteter, der foregik på Skansen eller Garnisonen i Tórshavn, som var det eneste forsvarsværk på Færøerne. Ud over oplysninger om soldaternes vagttjenester, handelsarbejde, bemanding af Skansebåden o. l. , indeholder journalerne også oplysninger om skibe, der anløber Tórshavn og vejrobservationer. 

Den første skanse i Tórshavn blev formentlig anlagt i sidste halvdel af 1500 tallet på tangen øst for indsejlingen. I 1630 blev der besluttet at bygge en ny skanse på Tinganes, der ligger imellem de to bugte i Tórshavn. Denne blev i slutningen af 1700 tallet nedlagt igen og den oprindelige skanse blev genopbygget.

Skansen blev bygget for at sikre handelens og landskyldsboden varebeholdninger på Tinganes. Den skulle også tjene til Færøernes forsvar imod sørøvere og andre, der fra tid til anden hærgede øerne.

Øverstbefalende for Skansen var en kommandant. 

Der var ca. 30 soldaterne tilknyttet Skansen, som hovedsaglig blev rekrutteret blandt lokalbefolkningen i Tórshavn. Lovovertrædere kunne også dømmes til arbejde på Skansen for en periode.

Skansen blev finansieret af den såkaldte matrikulskat (se kilde nr. fæsteprotokol for kongsjord).

Soldaterne blev aflønnet med en pengesum om året. Desuden kunne de købe uld billigt i landskyldboden. I 1799 fik garnisonens mænd ret til en jordlod øst for Skansen. Arbejdet bestod i at gå vagt, politiopgaver, losse og laste handelsskibene ved monopolhandelen, transportere øvrighedspersoner og andre med båd o.l. Når de ikke var forpligtet til andet arbejde, kunne soldaterne fiske eller arbejde ved handelen som daglejere.

Skansen blev nedlagt i 1865 og et politikorps blev oprettet i stedet for.