Lesistovan

Upplatingartíðir fyrsta ársfjórðing 2017

Fram til 1. apríl eru upplatingartíðirnar á lesistovuni á Landsskjalasavninum hesar:

Opið er allar gerandisdagar frá 13-16.

Um tú hevur ein fyrispurning til okkara, so ert tú hjartaliga vælkomin at ringja í upplatingartíðini á telefonnummar 340 540. Ein annar møguleiki er sjálvandi at senda fyrispurningin umvegis teldupostadressuna fararch@savn.fo.

Vinarliga

Landsskjalasavnið.

 

 

Lesistovu Landsskjalasavnsins finnur tú á V. U. Hammerhaimbs gøtu 11 í kjallaranum. Tað er í sama bygningi sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Sama inngongd, men oman trappurnar. 

Øll kunnu koma á lesistovu Landsskjalasavnsins at síggja og arbeiða við savnindum okkara, t.d. kirkjubókum, fólkateljingum, manningarlistum, journalum og øðrum. Tú skrivar teg inn, tá tú kemur og reglur eru fyri, hvussu skjølini skulu handfarast.

Meginreglan er, at tú sjálv/ur finnur, bíleggur og arbeiðir við teimum skjølum og protokollum, sum tær tørvar. Vit vegleiða teg sjálvsagt á rætta leið, um tørvur er á tí. Um drúgt kanningararbeiði skal gerast, taka vit pening fyri tað.

Flestu savnindini stava frá almennum stovnum, bæði lands- og ríkisstovnum og kommunum, men eisini eru privat søvn. Savnindini  fevna um tíðina frá umleið 1300 til í dag og eru í vavi góðar 5 kilometrar. Vit hava somuleiðis kort og tekningar. Partar av skjølunum verða goymd á fjargoymslu og tí kann bíðitíð vera.

Øll savnindi eru ikki beinleiðis tøk fyri vitjandi, men koma undir serligar reglur um atgeingi. Í skjalasavnslógini eru ymsar ásetingar um, hvussu gomul savnindini skulu vera, áðrenn tey eru atgeingilig, og kunnu lænast á lesistovuna. Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum. 

Vanligur atgeingisfreistirnar eru:

Vanlig skjøl                      30 ár

Persónsmál                      80 ár

Persónsmál kunnu til dømis vera kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis.

Tú kanst lesa meira um atgeingi og eisini taka niður umsóknina her.