Landsskjalasavnið

Hetta er ein heimasíða hjá Landsskjalasavninum.

Á hesi heimasíðu er ymiskt tilfar um føroyska søgu, og til ber at taka tilfarið niður av heimasíðuni. 

Tað er loyvt at nýta tilfar av hesi heimasíðu, tá ið víst verður til uppruna, t.v.s. hvaðani tilfarið stavar. 

Savnindi eru løgd undir evnisbólkar. Tó liggja kirkjubøkur og fólkateljingar fyri seg.

 

Um tú hevur spurningar viðv. ymiskum á history, so send ein e-post til: fararch@savn.fo  

ella ring á 340540

 

GG! Heimasíðan riggar ikki á Firefox-browsarum, men t.d. á Safari, Internet Explorer og Google Chrome.

______________________________________________________________________________________

Luttøka á ráðstevnu - Landsskjalasavnið stongt í viku 35

Orsakað av luttøku á skjalasavnsráðstevnu í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, frá 28. august til 1. september, er Landsskjalasavnið stongt í hesum tíðarskeiði.

Tað eru skjalasavnsfólk, umboðandi skjalasøvnini í londunum í útnorðri, ið luttaka, og í ár er tað Þjóðskjalasafn Íslands, ið er vertur.

Hesar ráðstevnurnar eru triðja hvørt ár, og londini skiftast um at skipa fyri. Í 2014 var Nunatta Allagaateqarfia / Grønlands Nationalarkiv vertur fyri eini ráðstevnu í Nuuk, og í 2020 er tað Føroya Landsskjalasavnið, ið eigur tørn.

Umleið 40 luttakarar úr hesum trimum londunum hava meldað seg til at luttaka á hesi ráðstevnuni. Meira kann lesast um skrá og fakliga innihaldið á heimasíðuni hjá Þjóðskjalasafni Íslands:

http://skjalasafn.is/frettir/radstefna_vesturnorraenna_skjalasafna_i_reykjavik

Landsskjalasavnið er opið aftur sum vant  frá mánadegnum 4. september. Teldupostadressan hjá Landsskjalasavninum er fararch@savn.fo. Um átrokandi boð eru, kann ringjast á 340530.

Føroya Landsskjalasavn

________________________________________________________________________________________

Landsskjalasavnið nýggj goymsluhøli

29-06-2017

Í løtuni verða nýggju goymsluhølini hjá Landsskjalasavninum í Hoyvík innrættað. Fyrsta hølið er nú liðugt. Hølið sjálvt og eisini hillarnar lúka hægri trygdarkrøv enn annars. Hini hølini verða innrættað í summar.
Hetta hevur við sær, at Landsskjalasavnið í heyst kann fara í holtur við eina skipaða innsavning av teimum almennu pappírssavnindum (skjølum), sum verða raðfest hægst av Landsskjalasavninum.

_________________________________________________________

 

Grindaboð!!!
16-06-2017

Hesi boð hava føroyingar fegnast um, síðan fedrar okkara búsettust her á hesum klettum, og boðini eru blivin móttikin við størsta álvarsemi, tí feskur matur fekst ikki á hvørjum degi - men grindarakstur er vandamikil, hetta hava føroyingar sannað. Hetta skuldi tí skipast á sera neyvan hátt, og fá mugu evnini vera her á landi við so neyvum hagtøl við eins og hagtøl viðvíkjandi grind.
 

Myndin er av "Fortegnelse over Folketallet ved Affattelse af Grindelisten 1929 fra Thorshavn", eitt av óteljandi skjølum um grind, ið finnast her á Landsskjalasavninum. Yvirlitið, sum finst í skjalagoymsluni hjá Streymoyar sýslu, vísir, hvussu nógvar partar, hvør bátur hevði rætt til, og hekk hetta sjálvandi saman við fólkatalinum. Tí rætt skuldi býtast.