Festiprotokollir

Festiprotokollir innihalda avskriftir av festibrøvum til kongsjørð. Tað var Fútin, sum skrivaði festibrøvini. Flest øll festibrøv ljóðaðu nøkulunda eins. Tað var ikki altíð, at tey vórðu førd inn í festiprotokollina. Festibrøvini til prestagarðarnar er ikki við í hesum festiprotokollum.

Tað var Fútin, sum umsat kongsjørð. Fútin kravdi tey avgjøld, sum leigarin/festarin skuldi gjalda til eigaran/kong/krúnu, fyri leigu av jørð (landskyld). Fútin kravdi eisini inn aðrar skattir. Føroyska landbúnaðarjørðin varð umsitin eftir norskari fyrimynd. Eftir siðaskifti varð umleið helvtin av jørðini kongsjørð (festijørð/leigujørð), meðan umleið helvtin varð óðalsjørð (ognarjørð).