Hvat fyri tilfar er á heimasíðuni?

Tilfarið á heimasíðuni er av ymsum slagi og kann býtast upp í fýra ymiskar bólkar:

1. Upprunakeldur
2. Transskriberaðar keldur
3. Viðgjørt tilfar
4. Greinar

Upprunakeldur eru skriv, t.d. brøv ella frágreiðingar, sum eru skannað í sínum uppruna líki, tvs. uttan at arbeitt er nakað við teimum. Hesi eru mangan hondskrivað og tó ikki so løtt at lesa.

Transskriberaðar keldur eru, eins og upprunakeldur, skriv, frágreiðingar osfr., sum eru nær sínum upprunalíki. Munurin á transskriberaðum keldum og upprunakeldum er, at transskriberaðu keldurnar eru avskrivaðar, soleiðis at tær eru lættari at lesa enn upprunakeldurnar.

Viðgjørt tilfar er tilfar sum er skipað eftir ávísum (ofta granskingarligum) endamáli. Sostatt er talan ofta um tilfar, sum er savnað av ávísum persóni. Hetta tilfar er sum oftast viðgjørt í ávísan mun, í mun til sín uppruna.

Greinar eru vísindaligar ella aðrar søguligar greinar skrivaðar til history.fo ella í øðrum sambandi. 

Tilfarið finst í ymiskum formati. T.d. eru PDF-fílur, Word-fílur, Excell-fílur og JPG-fílur.