Kirkjubøkur

Ein kirkjubók ella ministerialbók inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.

Elstu ásetingarnar fyri Føroyar, um at prestar skulu føra kirkjubók, eru § 2-8-7 í Norsku lóg hjá Christian V frá 1687. Elsta kirkjubókin í Føroyum er fyri Eysturoyar prestagjald, og hon er eisini frá 1687. Um hetta er av tilvild ella ikki, vita vit ikki, men í øllum førum komu kirkjubøkur fyri hini prestagjøldini nógv seinni – Sandoy 1719, Suðuroy 1745, Suðurstreymoy 1757, Norðoyggjar 1760, Vágoy 1797 og Norðstreymoy 1816.

Til 1913 vóru Føroyar býttar upp í 7 prestagjøld:

1) Norðoya Prestagjald
2) Eysturoyar Prestagjald
3) Norðstreymoyar Prestagjald
4) Suðurstreymoyar Prestagjald
5) Vága Prestagjald
6) Sandoyar Prestagjald
7) Suðuroyar Prestagjald

Eldru kirkjubøkurnar

Elstu kirkjubøkurnar eru ikki skipaðar einsháttað. Summir prestar førdu kirkjubókina kronologiskt, og aðrir býttu bókina upp eftir kirkjuligum hendingum. Ymiskt er eisini hvussu nógv stendur í bókunum. Summir prestar skrivaðu eisini m.a. trúloving, kirkjugangskonur og skriftarmál í kirkjubókina. 

Í 1814 komu nýggjar reglur fyri kirkjubóksføring, men hesar reglur vórðu ikki allar fylgdar í Føroyum og síggjast ikki aftur fyrr enn í 1816. 

Nýggju bøkurnar eru forprentaðar og hava eina fasta raðfylgju:

1) Fødd dreingjabørn
2) Fødd gentubørn
3) Konfirmeraðir dreingir
4) Konfirmeraðar gentur
5) Vígd
6) Deyðir menn
7) Deyðar kvinnur

Í kirkjubókunum var nú eisini pláss sett av til "tilgangsliste" og "afgangsliste" og "jævnførelsesregister". "Til- og afgangsliste" er yvirlit yvir tey, sum fluttu úr og í prestagjaldið, og "jævnførelsesregister" er navnaskrá, sum vísir til, hvar persónarnir eru skrásettir í kirkjubókini. Allir prestar hava tó ikki dagført hesar teigar eins væl.

Í 1814 kom eisini krav um, at kirkjubøkurnar skuldu førast í tveimum eintøkum – ein høvuðsministrerialbók, sum presturin skuldi føra og ein kontra- ella duplikatministerialbók, sum deknurin skuldi føra. Við tí grundgeving, at deknarnir flestu staðni í Føroyum dugdu so illa at skriva og annars fingu lítla og onga samsýning fyri arbeiðið sítt, vórðu hesi boðini bert fylgd í Tórshavn. Í 1844 fóru tó øll prestagjøld í Føroyum at føra kontraministrerialbøkur.

Nýggjaru kirkjubøkurnar 

1. januar 1893 vórðu kirkjubøkurnar í øllum prestagjøldum býttar um við nýggjar. Tær innihalda fleiri upplýsingar enn tær gomlu. Tí kom t.d. krav um, at starv og føðistaður hjá deyðum skuldi førast í kirkjubókina. Eisini vórðu kirkjubøkurnar tí býttar í tvey, soleiðis at ein bók er fyri føðingar og ein fyri konfirmerað, vígd og deyð.
Í fyrsta umfari verða bert skanningar av høvuðsministerialbókunum lagdar út á heimasíðuna.