Kirkjubøkur

Ein kirkjubók, ella ministerialbók, inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingarnar í einum prestagjaldi – upplýsingar um persónar viðv. føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.

GG: Allar høvuðsministerialbøkurnar, ið eru avhendaðar til Tjóðskjalasavnið, eru skannaðar og tøkar á hesari heimasíðuni. Fyri upplýsingar úr kirkjubókum, ið ikki finnast her, er neyðugt at venda sær til Fólkakirkjuna.