Fólkateljingar

Fyrsta veruliga fólkateljingin í Føroyum var í 1801. Í 1769 var eitt manntal, har bert húsfaðirin var nevndur við navni, og síðani hvussu nógv onnur fólk eru knýtt at húsarhaldinum.

Onnur fólkateljingin var í 1834. Eftir hetta vórðu fólkateljingar gjørdar við 5-10 ára millumbili.
Í fólkateljingunum eru øll fólk í Føroyum skrásett í teimum húsum, tey búðu ella uppihildu sær í júst tí.

Upplýsingar eru m.a. um bústað, navn, kyn, aldur, hjúnarbandsstøðu, trúartilknýti og í summum førum er eisini starvsheitið, serliga hjá monnum, skrásett.
Fólkateljingarnar eru ein demografiskur tvørskurður av føroyska samfelagnum ella ein avmyndan av fólkabýtinum, júst tí teljingin fór fram.
Bert eitt úrval av fólkateljingunum verður lagt á hesa síðu.