Indberetninger

Ein av uppgávunum hjá sýslumonnunum var at skriva frágreiðingar um støðuna í sýslunum. 

Frágreiðingarnar komu í fastu legu eftir amtsordra frá 1830. Í frágreiðingunum greiddu sýslumennirnir frá um heilsustøðuna í sýsluni, seyðahald, fiskiskap o.t.

Rolf Guttesen hevur transkriberað brot úr frágreiðingunum frá sýslumanninum fyri Norðoya sýslu 1778-1830 og frá øllum sýslum frá umleið 1876-1904. 
Í skjølunum Dokumentatión er nærri greitt frá um innihald og hvussu arbeiðið er lagt til rættis.