history.fo


Síðuyvirlit

 
Nýtt innihald
24.08.2010: Amtsordre af 23. November 1830
20.07.2010: Fólkateljing 1901 - Suðuroyar Sýsla - Hvalbiar Sókn
20.07.2010: Fólkateljing 1901 - Suðuroyar Sýsla - Porkeris Sókn
20.07.2010: Fólkateljing 1901 - Suðuroyar Sýsla - Vágs Sókn
20.07.2010: Fólkateljing 1901 - Suðuroyar Sýsla - Fámjins Sókn
Samband
Spurningar/viðmerkingar
Bústaður
Føroya Landsskjalasavn
V.U. Hammershaimbsgøta 24
FO-100 Tórshavn
Tlf: 316677 / 218039
Fax: 318677
Her ert tú: Brot úr Føroya søgu


Dagfesting: 17.06.2010
Tal av vitjanum: 432
Brot úr Føroya søgu

Bókin Brot úr Føroya Søgu er útkomin á forlagnum Fróðskapi. Lena Nolsøe, savnvørður á Landsskjalasavninum, hevur ritstjórnað. Bókin er 166 síður og kostar 200 kr.

Brot úr Føroya søgu er eitt savn av 10 greinum um Føroya søgu. Greinirnar fevna í tíð frá 16. øld til 20. øld. Evnini, sum verða viðgjørd, fevna eisini vítt. Í trimum greinum verða Einahandilin og privatur handil viðgjørd. Persónsøga er umboðað av so ymiskum fólkum, sum tí ókendu Maren Jeremiasdatter og einum av best kendu føroyingunum, Magnusi Heinasyni. Eisini elsta jarðarbókin frá 1584 og livikor í Føroyum í 1800-talinum verða viðgjørd. Úr nýggjari tíð eru evnini stovnsetanin av Landsskjalasavninum, arbeiðara- og fakfelagsrørsla og politisku viðirskiftini undir 2. Veraldarbardaga.

Greinirnar eru grundaðar á fyrilestrar, sum vóru hildnir í sambandi við 75- ára haldið hjá Landsskjalasavninum. Tá heitti stovnurin á ymiskar granskarar um at halda fyrilestur um evnir úr Føroya søgu, sum teir høvdu granskað í, har granskingin í høvuðsheitum er grundað á skjøl, sum eru í varðveitslu á Landsskjalasavninum.

Bókin er væl egnað til skúlabrúks, men er ætlað øllum við áhuga fyri føroyskari søgu. Hon fæst til keyps í bókabúðunum.

ISBN: 978-99918-65-29-4

Yvirlit yvir greinirnar í bókini:
Arne Thorsteinsson: Jarðarbøkur og jarðarognir
Páll Nolsøe: Magnus Heinason - søgan um eitt justitsmorð?
Rolf Guttesen: Veðurlag, framleiðsla og fólkatal í 1800-talinum og fyrr
Lena Nolsøe: Stríðið um skjølini
Hans Andreas Dam Joensen: Kongligi einahandilin – meira enn ein handil
Andras Sólstein: Kgl. einahandilin í Klaksvík 1837-1856
Jógvan Ravnsfjall: Handilin hjá Jørgen Bech og Sønner í Klaksvík 1880–1900
Anja Wenningstedt: Hví spøkir Jeremias?
Erland Viberg Joensen: Arbeiðara- og fakfelagsrørsla í Havn fram til 1950-árini – og skjølini á skjalasavninum ABA
Hanna í Horni: Bretska hersetingin av Føroyum undir 2. veraldarbardaga – við serligum atliti at leiklutinum hjá Hilbert amtmanni og Reventlow, danska sendimanninum í London