Hvat tilfar er á heimasíðuni?
Tilfarið á heimasíðuni er av ymsum slagi og kann býtast upp í fýra ymiskar bólkar:
1. Upprunakeldur
2. Transkriberaðar keldur
3. Viðgjørt tilfar
4. Greinar
Upprunakeldur eru skriv, t.d. brøv ella frágreiðingar, sum eru skannað í sínum uppruna líki, tvs. uttan at arbeitt er nakað við teimum. Hesi eru mangan hondskrivað og tí ikki so løtt at lesa.
Transkriberaðar keldur eru, eins og upprunakeldur, skriv, frágreiðingar osfr., sum eru nær sínum upprunalíki. Munurin á transkriberaðum keldum og upprunakeldum er, at transkriberaðu keldurnar eru avskrivaðar, soleiðis at tær eru lættari at lesa enn upprunakeldurnar.
Viðgjørt tilfar er tilfar sum er skipað eftir ávísum (ofta granskingarligum) endamáli. Sostatt er talan ofta um tilfar, sum er savnað av ávísum persóni. Hetta tilfar er sum oftast viðgjørt í ávísan mun, í mun til sín uppruna.
Greinar eru vísindaligar ella aðrar søguligar greinar skrivaðar til history.fo ella í øðrum sambandi.
Tilfarið finst í ymiskum formati. T.d. eru PDF-fílur, Word-fílur, Excell-fílur og JPG-fílur.
|