www.skjalasavn.foHeimSíðuyvirlitSpurningarKirkjubøkur
08.01.2013: Búskapur og Handil
03.12.2012: Festiprotokol 1706-1733
03.12.2012: Skifteprotokol 1701- 1706
03.12.2012: Festiprotokol 1858-1878
03.12.2012: Festiprotokol 1843-1858
Tíðindi
Fríggjadag 20.07.2012 kl.08:24 
Jarðarbókin 1584 á netinum
Eftir at hava roynt í meira enn 80 ár, er at enda eydnast at geva út ta elstu føroysku jarðarbókina. ... les meira
Týsdag 08.11.2011 kl.16:05 
Tveir fyrilestrar á skjalasavnsdegnum
Í sambandi við norðurlendska skjalasavnsdagin verða tveir fyrilestrar. Jógvan Ravnsfjall, savnsleiða ... les meira
Vís alt


Tíðindi Týsdag 09.11.2010 kl.11:56 
Opið hús á Landsskjalasavninum
Veður og veðurlag

Kemur ofta fyri at tað er kavið jólaaftan, er veðrið verri nú enn fyrr, eru ógvusligar skaðaódnir nýtt fyribrigdi, kunnu kirkjuskjøl siga nakað um veður og samfelag? Hesar spurningar umframt aðrar ber til at fáa svarað á Landsskjalasavninum.

Á hvørjum ári verður í øllum norðanlondum hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.
Áttanda árið á rað hevur Landsskjalasavnið í hesum sambandi ”opið hús”. Høvuðsgoymslan og lesistovan á Debesartrøð í Tórshavn verða opnar fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Vanliga eru tað annars bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.
Í ár hava øll norðurlendsku søvnini valt at leggja dent á evnið ”Veður og veðurlag”.

Á Landsskjalasavninum er stór nøgd av tilfari, ið hevur samband við veður og veðurlag – bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tilfar er um vanlukkur, ið hava staðist av illveðri, um hvørja ávirkan veðrið hevur havt á innløgu og vinnumøguleikar, hvørja ávirkan veðurlagið hevur á fólk og fæ, samferðslu o.a. Partar av hesum upprunatilfari verða lagdir fram á lesistovuni leygardagin umframt at vístar verða myndatalvur, sum siga frá um kirkjuroknskap, fólkatal og veðurlag. Á hesum myndatalvum sæst m.a. hvussu ymiskt hagfrøðisligt keldutilfar kann siga okkum nakað um hvørjum føroyingar livdu av fyrr í tíðini, hvørji frábrigdi vóru frá ári til ár, tal av neyti og seyðum umframt fólkatalið. Rolf Guttesen, adjungeraður lektari í søguligari geografi á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur savnað og sett upp tilfarið.

Í samband við dagin verður fyrilestur, ið nevnist ”Søguligar illveðurshendingar í Føroyum”. Tað er náttúrulandafrøðingurin Lis Mortensen, deildarleiðari á jarðkunningardeildini hjá Jarðfeingi, sum heldur fyrilesturin.

Áhugaverdi fyrilesturin verður í loftsstovuni hjá Føroyamálsdeildini leygardagin klokkan 16.


Skjalsavnsdagurin – Arkivernes Dag.
Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998 tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin.
Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finland.
Í Føroyum hevur ”Arkivernes Dag” verið táttur í virkseminum hjá Landsskjalasavninum síðani 2003 og hjá Norðoya Fornminnasavni síðani 2006.
©2012 Føroya Landsskjalasavn

Rolex replica omega replica replica watches