”Opið hús” á Landsskjalasavninum.
Á hvørjum ári verður, í øllum norðanlondum, hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november mánað. Landsskjalasavnið hevur í hesum sambandi ”opið hús” leygardagin 12. november tá opið er fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovu og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11. Vanliga eru tað bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymslurnar.
Fríggjadagin 11. november er “manntal” í Føroyum, og Landsskjalasavnið hevur tí valt at leggja dent á at vísa fram og siga frá tilfari, ið hevur við fólkateljingar at gera. Á Landsskjalasavninum finst longu nú stórur hópur av fólkateljingum og øðrum tilfari, ið hevur við persónssøgu at gera. Savnið goymir teljingar frá 1762 og fram til okkara dagar. Leygardagin verður so møguleiki at síggja ymsar fólkateljingar umframt nógv annað tilfar, ið er til skjals á savninum. |