90-ára tiltøk komandi
Í ár verður Tjóðskjalasavnið 90 ár. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum, sum hevur til endamáls at varpa ljós á virksemi og søgu stovnsins.
M.a. verður skipað fyri framsýning í Müllers Pakkhúsi, hjá Tórshavnar Kommunu, og eisini verður serútgáva av Frøði givin út.
Kunnað verður nærri um hesi tiltøk komandi dagarnar.