Fólkateljingar

Í fólkateljingum eru upplýsingar um allar persónarnar í einum húsarhaldi – øll fólk í Føroyum eru skrásett í teimum húsum, tey búðu ella hildu til í, júst tá ið fólkateljingin fór fram.

Fólkateljingar kunnu m.a. innihalda upplýsingar um bústað, navn, aldur, hjúnabandsstøðu, støðu í húsarhaldinum og trúartilknýti. Eisini er starvsheitið hjá húsbóndanum skrásett.

Fyrsta veruliga fólkateljingin í Føroyum var í 1801.

Onnur fólkateljingin var í 1834. Eftir hetta vórðu fólkateljingar gjørdar við 5-10 ára millumbili.

Í 1769 var eitt manntal, har bert húsfaðirin var nevndur við navni, og síðani hvussu nógv onnur fólk vóru knýtt at húsarhaldinum.

Skanningarnar, sum eru lagdur út her, eru skanningar av mikrofilmi.

Tað eru ongar fólkateljingar fyri Føroyar í árunum 1930, 1940 og 1945.

Upprunaskjølini av fólkateljingunum eru varðveitt á Ríkisskjalasavninum í Danmark, sí meir her.