Fútin/Landfútin

 

Fútin, eisini kallað Landfútin, var ein leiðandi danskur embætismaður og umboðsmaður kongsins í Føroyum.

Fútin varð settur at hava eftirlit við fyrisitingarligum og fíggjarligum viðurskiftum í Føroyum.

Uppgávurnar hjá fútanum fevndu m.a. um umsiting av kongaligum fyriskipanum og innkrevjing av inntøkum fyri danska kongsveldið, tey týdningarmestu avgjøldini vóru festigjald, jarðargjald og tíggjund.

Fram til 1814, tá Føroyar gjørdist eitt amt, var Fútin høvuðsembætismaður í Føroyum.

Fútin virkaði eisini sum sýslumaður fyri Tórshavn/Suðurstreymoy. Sýslurnar kring landið hoyra undir Fútaembætið.

Fútin var harumframt ákæri í rættarmálum, og eftirhondini menti embætið seg til eitt veruligt politimeistaraembæti.

 

Nakrar av fyrisitingarligu uppgávunum hjá Fútanum, sum eisini kunnu síggjast á history eru:

  1. Festiprotokollir
  2. Mynstringar
  3. Skipa- og bátaskráseting
  4. Handilsloyvir

 

GG: Fyri at verja tilfarið ímóti meira slit og skaða, ber ikki til at síggja tilfar sum er skannað og lagt út á hesa síðu á lesistovuni.