Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst befalet Reise i Færøe i Aarene 1781 og 1782 ved Jens Kristian Svabo

 

Frágreiðing Svabos frá Føroyaferðini 1781 og 1782.

 

Frágreiðingin er á umleið 1500 hondskrivaðar síður og býtt í 7 hefti.

Frágreiðingin viðgerð nærum øll viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, bæði náttúru- og mentanarfyribrigdi.

Svabo lat danska Rentukamarinum endaligu frágreiðingina í 1789. Seinni varð frágreiðingin latin danska Ríkisskjalasavninum í varðveitslu, men síðani 2007 hevur Tjóðskjalasavnið havt tey 7 heftini hjá Svabo í varðveitslu.

 


 

Jens Christian Svabo varð føddur i Jansagerði i Miðvági i 1746.

Í 1759 fór hann til Havnar at ganga i latinskúla, har hann var liðugur í 1765. Síðan fór hann til Keypmannahavnar at lesa náttarúrufrøði — ein vísindagrein, sum var høgt í metum um hetta mundið.

J.C. Svabo hevði stóran áhuga fyri føroyskum samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli og vónaði við sínum lærdómi at fáa høvi at hjálpa føroyskum búskapi á føtur.

Í 1781 fekk Svabo kongaligan stuðul til eina ferð til Føroyar, har hann skuldi savna inn tilfar til eina náttúru-fíggjarliga lýsing av Føroyum. Lýsingin "Indberetninger indhentede paa en Allernaadigst befalet Reise i Færøe i Aarene 1781 og 1782"  varð løgd fram í Rentukamarinum í 1789 í sjey bindum. 

Hetta verk er ein rík kelda til føroysk samfelags-, mentanar- og náttúruviðurskifti í 18. øld. Um sama mundið, sum Svabo savnaði tilfar til Føroyalýsing sína, skrivaði hann upp føroysk orð og føroysk kvæði.

J.C. Svabo hevði tað ógvuliga smátt, meðan hann búði í Danmark. Fleiri ferðir royndi hann at fáa alment starv, men til fánýtis.
Ár 1800 flutti hann aftur til Føroyar, har hann livdi av eini lítlari almennari eftirløn og av at undirvísa eitt sindur.

J.C. Svabo andaðist í Havn 14. februar 1824.

 

Sí meir á snar.fo


Føroyalýsing Svabos varð partvís givin út í 1924 av M.A. Jacobsen, og í heilum líki í 1960 av N. Djurhuus og endurprentað í 1976.