Les meir um skansaprotokollir

Fyrsti skansin í Havn var helst bygdur í seinastu helvt av 1500-talinum á tanganum eystanfyri innsiglingina. Í 1630 varð avgjørt at byggja ein nýggjan skansa á Tinganesi. Hesin varð niður aftur í endanum av 1700-talinum, og tann upprunaligi skansin varð endurreistur. 

Skansin skuldi tryggja vørugoymsluna hjá handlinum og leigubúðin í Tinganesi. Hann skuldi eisini  verja Føroya ímóti sjórænarum og øðrum, sum av og á herjaðu oyggjarnar.

Ovastur á Skansanum var kommandanturin. Tað vóru umleið 30 soldátar knýttir at Skansanum, sum fyri tað mesta vórðu borgararnar í Tórshavn. Lógbrótarar kundu eisini dømast til arbeiði á Skansanum í eina tíð. 

Skansin varð fíggjaður av tí sonevnda matrikulskattinum.

Soldátarnir vórðu løntir við eini árligari peningaupphædd. Harumframt kundu teir keypa ull bíligani í leigubúðini. Í 1799 fingu menninir á garnisónini rætt til eitt jarðarstykki eystanfyri Skansan. Arbeiðið fevndi um at ganga vakt, løgregluuppgávur, lossing og at lasta handilsskipini hjá einahandlinum, føra embætisfólk og onnur við báti o.a. Tá teir ikki vóru bundnir av øðrum arbeiði, kundu soldátarnir fiska ella arbeiða hjá handlinum sum bønarmenn. 

Í 1865 varð Skansin niðurlagdur sum hernaðurligur stovnur og kommandantstarvið tikið av. Í staðin varð eitt løgreglulið sett á stovn, sum varð nevnt 'Politikorpset paa Færøerne'. Korpsið var mannað av 2 leiðarum (kvartermestre) og 20 vanligum (menige) og stóð undir leiðslu amtmansins. Tað skuldi síggja til at lógarbrot ikki vórðu framd í Føroyum bæði á landi og sjógvi. Somuleiðis skuldi tað flyta amtmannin á embætisferðum hansara og føra post í land og umborð á postskipunum. Henda skipanin var galdandi til 1894. 

Virksemið hjá løgregluliðnum varð niðurlagt í 1902.

 

Kommandantar á Skansanum:
Oluf Knudsen Leire 1632-1653 
Rasmus Konstabel  1653-1658
Cornelius Tynnesen  1658-1660
Claus Becker  1666-1675
Johan Christoffersen  1675-1680
Otto Bølge  1680-1691
Claus Clausen Rosing  1691-1698
Niels Zachariassen Eide  1698-1710
Haagen Knudsen Bering  1711-1720
Søren Mortensen Højvig  1721-1742
Johan Peter Kruus  1742-1743
Johan Michael Eberhart  1743-1757
Johan Casper Morrath  1757-1782
Christian Born  1782-1796
Carl Friederich Kyhn  1796-1801
Emilius Løbner  1801-1828 – varð eisini amtmaður frá 1812
Christian Ludvig Tillisch  1828-1830 – var eisini amtmaður
Frederik F. Tillisch  1830-1837 – var eisini amtmaður
Christian Pløyen  1837-1848– var eisini amtmaður
Carl Emil Dahlerup  1848-1861– var eisini amtmaður
Peter Holten  1832-1865– var eisini amtmaður