Skeyti- og Pantiprotokollir

Skeyti- og Pantiprotokollir fevna m.a. um keypssáttmálar, skeytir, servituttir, pantibrøv, festibrøv og leigu- og haldsáttmálar.

 

Ymisk heiti gjøgnum tíðina:

1706-1858 - Panteprotokoller

1858-1927 - Skøde- og Panteprotokoller

1927-1940 - Skøde- og Pantebøger

1938-1965 - Genpartspantebøger

 

Higartil eru nakrar av protokollunum skannaðar

 

Protokollirnar frá 1706 til 1730: her vóru øll pantibrøv, skeytir, keyps- og skuldarbrøv o.a. lisin upp á tingi og skrásett í pantiprotokollirnar. 

­

Protokollirnar frá 20.05.1930 til 01.10.1940 (Protokolnummar 55-64): fyri at finna ávísar tinglýsingar verður víst til tinglýsingardato, protokolnummar og síðutal umframt loypinummar.

Til dømis: 20.05.1930 55/2 L.Nr 192. 20.05.1930 er tinglýsingardato, 55 vísir til protokolnummarið, 2 er síðutalið og L.Nr 192 er loypinummarið. Navnalistar eru aftast í protokollunum.

 

Upplýsingar um tinglýsingardato, protokolnummar, síðutal og loypinummar fáast frá Tinglýsingini við at upplýsa matrikulnummar.